Føroyar fáa minni tosk og hýsu í Barentshavinum

Føroyar fáa minni tosk og hýsu í Barentshavinum
Nakað minni av toski og serliga av hýsu í Barentshavinum er úrslitið, nú Føroyar og Russland hava samráðst um fiskiveiðusáttmála fyri 2022
Samráðingar hava verið í Havn við bretar og russarar um fiski í vikuni.
 
27.11.2021 - 11:27

Nakað minni av toski og serliga av hýsu í Barentshavinum er úrslitið, nú Føroyar og Russland hava samráðst um fiskiveiðusáttmála fyri 2022.

Samráðingarnar vóru í Havn í gjár og fyrradagin.

Føroyingar sleppa eisini at fiska rækju í Barentshavinum næsta ár, hóast Russland hevði ætlan um at steðga rækjufiskiskapinum, meðan rækjustovnurin verður kannaður.

Í summar mæltu fiskifrøðingar til, at toskaveiðan í Barentshavinum minkar 20 prosent næsta ár.

ICES mælir til, at veiðan ikki fer upp um 708.480 tons. Tilmælið fyri 2021 er 885.600 tons.

ICES mælir eisini til at fiska 50.000 tons minni hýsu.

Orsøkin til toskatilmælið fyri 2022 er, at kanningar nú hava víst, at minni fiskur er í Barentshavinum enn fyrr hildið. 

Samráðingar vóru eisini við Bretland nú í vikuni.

Nú sær eitt sindur frægari út, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Partarnir skulu nú hvør sær tosa um úrslitið á fundinum í Havn og so tosa saman aftur í fyrstu viku í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497