Gamli Hvítanes á veg til Føroya

Gamli Hvítanes á veg til Føroya
Inuksuk 1, sum trolarin eitur í løtuni, verður í Føroyum tíðliga í næstu viku
Inuksuk 1 er gamli Hvítanes, sum nú aftur kemur undir føroyskt flagg.
 
12.02.2025 - 08:30

Trolarin, sum Thor í Hósvík hevur keypt úr Kanada, er nú á veg til Føroya, skrivar jn.fo.

Inuksuk 1, sum trolarin eitur í løtuni, verður í Føroyum tíðliga í næstu viku.

Inuksuk I skal fiska rækjukvotuna hjá Kappanum, sum reiðaríið í Hósvík framvegis eigur. 

 

Kappin.

 

Hóast Inuksuk I verður keyptur úr Kanada, so er skipið tó væl kent í Føroyum.

Skrokkurin var smíðaður í Nakskov, men skipið var gjørt liðugt á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk navnið Hvítanes. 

Seks ár seinni, í 1993, var Hvítanes selt av landinum, men nú góð 30 ár seinni kemur tað aftur undir føroyskt flagg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238