
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar hava trupult við at fáa fast arbeiði í Føroyum
Ukrainar hava trupult við at fáa fast arbeiði í Føroyum
Høvuðsorsøkin er helst vantandi málkunnleiki, sigur integratiónssamskiparin hjá Reyða Krossi

Tað gongur betur hjá ukrainum í Føroyum at fáa starv í tænastuvinnuni, eitt nú á gistingarhúsum og matstovum, tí har er málið ikki ein forðing.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
14.02.2025 - 08:32
Flóttafólk úr Ukraina hava trupult við at fáa fast arbeiði í Føroyum.
Tað sigur Bjørk Berg Wiggins, sosial- og integratiónssamskipari hjá Reyða Krossi.
Sambært henni er høvuðsorsøkin vantandi málkunnleiki.
Bjørk Berg Higgins.
Hinvegin gongur betur at fáa starv í tænastuvinnuni, eitt nú á gistingarhúsum og matstovum, tí har er málið ikki ein forðing.
Men trupulleikin í hesi vinnuni er, at størvini eru árstíðarbundin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
14022025_Ukrainar_i_Froyum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV