Svøríki fingið fyrsta kvinnuliga forsætisráðharran

Svøríki fingið fyrsta kvinnuliga forsætisráðharran
Magdalena Andersson hevur drúgvar politiskar royndir. Fyrst í hesum mánaðinum gjørdist hon floksformaður, og í dag var hon vald til forsætisráðharra
Magdalena Andersson er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki. Hon tekur við eftir Stefan Løfven.
Mynd: RitzauScanpix  
 
24.11.2021 - 11:34

Svenski ríkisdagurin valdi fyrrapartin 54 ára gomlu, Magdalenu Andersson, til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki. Hon verður samstundis fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki, skrivar NTB.

Magdalena Andersson tekur við eftir Stefan Løfven, sum í summar boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki.

Magdalena Andersson hevur verið fíggjarmálaráðharri í svensku stjórnini síðani í 2014.

Hon varð vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum 4. november, og í dag varð hon vald til forsætisráðharra.

Fleiri álitisstørv

Umframt at hava verið fíggjarmálaráðharri í svensku stjórnini, hevur Magdalena Andersson havt fleiri álitisstørv.

Hon hevur verið skrivari í svenska fíggjarmálaráðnum, ráðgevi hjá Moniku Salin, sum eitt skifti var forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum, og í ár var hon vald til forkvinnu í ráðgevandi nevndini í Altjóða Valutagrunninum, IMF. Tað var eisini fyrstu ferð, at ein kvinna fekk tað álitið.

(Myndir: RitzauScanpix)

Tað var leingi ivi, um ríkisdagurin fór at góðtaka hana sum nýggjan forsætisráðharra, men eftir ein fund við Vinstraflokkin í gjár var semja gjørd við flokkin um at atkvøða fyri Magdalenu Andersson. Afturfyri fekk Vinstriflokkurin lyfti um, at pensjónin hjá 700.000 pensjónistum skal hækka.

Í ríkisdegnum atkvøddu sosialdemokratiski flokkurin og hin flokkurin í stjórnini, Umhvørvisflokkurin, fyri Magdalenu Andersson. Centerflokkurin og Vinstriflokkurin atkvøddu ikki. Og hon fekk eisini atkvøðu frá onkrum uttanflokkatingfólki.

Í ríkisdegnum atkvøddu 174 av teimum 349 tinglimunum ímóti, meðan hini 174 annaðhvørt atkvøddu ja, ella atkvøddu ikki. Tað hevði við sær, at Magdalena Andersson ikki hevði ein meiriluta í ríkisdegnum ímóti sær, og tí varð hon vald til forsætisráðharra.

Eingin løtt byrjan

Magdalena Andersson fer at almannakunngera nýggju stjórnina fríggjadagin.

Tað verður eingin løtt byrjan hjá Magdalenu Andersson sum forsætisráðharri.

>>>Sí videobrot, sum SVT hevur gjørt um politisku leiðina hjá Magdalenu Andersson at gerast forsætisráðharri<<<

Tá ríkisdagurin seinnapartin skal atkvøða um uppskotið til fíggjarlóg fyri 2022, er longu greitt, at uppskotið ikki fær meiriluta.

Orsøkin er, at Centerflokkurin ikki vil atkvøða fyri uppskotinum.

Ov langt til vinstru

Forkvinnan í flokkinum, Annie Løøf, sigur, at Centerflokkurin kann ikki taka undir við einum uppskoti, sum er so langt til vinstru.

Tí er líkt til, at eitt uppskot frá andstøðuni um fíggjarlóg verður samtykt.

Tað hevur við sær, at Magdalena Andersson má reka svenska samfelagið eftir eini borgarligari fíggjarlóg.

Tað heldur hon ikki fær stórvegis ávirkan, tí nakrar broytingar mugu gerast í hennara ætlanum, men talan er um einar 10 milliardir kr., av tilsamans 174 milliardum kr., segði nýggi forsætisráðharrin í síni fyrstu røðu í ríkisdegnum.

Hoyr ljóðbrot her við Magdalenu Andersson her.

1492353Svoriki


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321