- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: Nýggja stjórnin verður kunngjørd fyrsta dagin

Formenninir í stjórnarflokkunum í Íslandi siga, at nýggja stjórnin verður kunngjørd fyrsta dagin.
- Vit skulu manna stjórnina, gera uppskot um fíggjarlóg og semjast um samgonguskjalið, sum leggjast fyri floksleiðsluna. Alt hetta gera vit næstu dagarnar, sigur Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvstæðisflokkinum.
Tað er ikki greitt, hvussu ráðharrasessirnir verða býttir, og Katrin Jakobsdóttir, virkandi forsætisráðharri, sigur, at tað verður tað síðsta, sum verður avgreitt.
Sigurður Ingi Jóhannsson, formaður í Framsóknarflokkinum, hevði ilt við at svara, tá hann varð spurdur, um hann hevur fingið síni krøv við í samgonguskjalið.
- Tað er góð javnvág í okkara arbeiði, og nú skulu vit bara fáa tað avgreitt og leggja tað fyri floksleiðsluna, segði Sigurður Ingi Jóhannsson við íslendska kringvarpið í gjár.