- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um danska umboðsmannin skal broytast í Føroyum
Lógin um danska umboðsmannin skal broytast í Føroyum
Broytingarnar í Danmark vóru gjørdar í 2012

23.11.2021 - 13:56
Lógin um umboðsmannin hjá fólkatinginum, sum er galdandi í Føroyum, skal broytast.
Talan er broytingar, sum vóru gjørdar í Danmark í 2012.
Nú hevur Folketingets Ombudsmand biðið Løgmálaráðið um fáa hesa lógarbroyting í gildi í Føroyum eisini.
Talan er fyrst og fremst um reglur, sum geva umboðsmanninum heimild at stovna barnaskrivstovu, og at Folketingets Ombudsmand kann vera í embætinum í tíggju ár.
Uppskotið er sent til hoyringar og skal síðani í løgtingið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV