- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amazon og Apple fáa 1,5 mia. kr. í bót
Amazon og Apple fáa 1,5 mia. kr. í bót
Italska kappingareftirlitið sigur, at feløgini hava roynt at forða fyri, at vørur hjá Apple verða seldari víðari

23.11.2021 - 15:29
Italska kappingareftirlitið hevur givið internet-risanum, Amazon, og tøkni-risanum, Apple, 200 milliónir evrur í bót. Tað svarar til slaka hálva aðru milliard krónur í okkara peningi.
Italska kappingareftirlitið hevur givið feløgunum bót, tí tey skulu hava roynt at forða fyri, at vørur hjá Apple verða seldar víðari.
Apple fær 996 milliónir krónur í bót og Amazon 510 milliónir krónur.
Sambært kappingareftirlitinum, hava feløgið sýtt fólki at selja Apple- og Beats-vørur í nethandlum hjá Amazon í Italia.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV