Tíðarlinja: Pengaflytingarnar til Føroya

bannari
Tíðarlinja: Pengaflytingarnar til Føroya
Her er yvirlit yvir illgrunasomu pengaflytingarnar úr Kongo til Føroya.
 
22.11.2021 - 12:29

 16. september 2013: AOL verður stovnað

Alain Wan stovnar flutningsfelagið Sp/f All Oceans Logistics (AOL) í Føroyum. Advokaturin Annfinn Vitalis Hansen skrásetir felagið. Sonur Alain Wan, André Gregory Wan, verður stjóri. Felagið sigur seg fara at eiga og reka skip. Felagið hevur keypt farmaskipið SAGA, sum er skrásett í føroysku skipaskrásetingini. Farmaskipið broytir navn og fær navnið El Nino.

Alain Wan er vinnulívsmaður úr Kongo, búsitandi í Belgia

25. oktober 2013: EGAL flytir AOL pengar á fyrsta sinni

Matvørufyritøkan EGAL í Kinshasa flytur All Oceans Logistics 275.500 evrur á konto í Bank Nordik.

 

28. oktober 2013: AOL flytur í høli hjá Shipping.fo

All Oceans Logistics hevði havt skrásettan bústað á advokatskrivstovuni hjá Anfinni Vitalis Hansen, og flytur síðan í N. Finsensgøtu 16 í Havn, sum Shipping.fo eigur. Seinni, tann 14. mai 2014, flytur felagið í Mykinesgøtu 5 í Havn, har Shipping.fo og Krúnborg eisini halda til.

All Oceans Logistics hevur hildið til í Mykinesgøtu 5, í somu hølum sum Krúnborg og Shipping.fo

29. november 2013: Tjóðbankin í Kongo flytur EGAL 43 mió. dollarar

EGAL hevur blóðreyð tøl á bankakontuni. EGAL fær pengar frá Tjóðbankanum og kann bæði rinda skuldina aftur og samstundis keypa fleiri ognir. Tjóðbankin hevur ikki heimild at flyta privatum fyritøkum pengar.

4

2014: 33 mió. kr. verða fluttar úr Kongo til Føroya

EGAL flytur í fleiri umførum pengar í All Oceans Logistics. Umroknað til danskar krónur svarar tað til umleið 33 mió. kr., sum verða fluttur úr Kongo til Føroya.

 

2015: 36 mió. kr. verða fluttar úr Kongo til Føroya

Í 2015 eru enn fleiri flytingar úr Kongo til Føroya, umleið 36 mió. kr. 25 flytingar eru frá EGAL, ein er frá felagnum Kuntuala Agence Maritime, og 10 flytingar eru frá havnafyritøkuni Port de Ficher.

 

2016: Enn fleiri pengar verða fluttir AOL

Í 2016 verða umleið 7 mió. kr. fluttar úr Kongo til Føroya. 

Fyritøkan Carrieres du Congo, sum er virkin innan námsvinnuna í Kongo, flytur eisini føroyska flutningsfelagnum All Oceans Logistics pengar

1. februar 2016: Lumumba verður kredittstjóri í BGFI-bankanum

30 ára gamli Jean-Jaques Lumumba tekur við sum kredittstjóri í BGFI-bankanum, har EGAL er størsti kundin. Hann varnast merkisverdu flytingarnar til og úr EGAL, millum annað flytingarnar til Føroya.

 

Jean-Jaques Lumumba varskógvaði tað, sum fyrifórst í BGFI-bankanum og fann sær friðskjól í Fraklandi

29. oktober 2016: Lumumba verður varskógvari

Jean-Jaques Lumumba, sum uttan úrslit hevur ávarað bankastjóran, Francis Selemani, fosturbeiggi forsetan, um illgrunasomu flytingar, tekur til rýmingar. Í belgiska blaðnum Le Soir varskógvar hann, at pengar eru ólógliga fluttir úr Tjóðbankanum í BGFI-bankan og fyritøkuna EGAL.

7

 

29. november 2016: 30 mió. dollarar verður fluttir EGAL

EGAL er aftur í gjaldstrupulleikum og fær aftur eina trivaliga pengainnspræing, hesaferð meira enn 30 mió. dollarar í alt. Tað er trupult at finna upprunan til pengarnar, men samband er millum pengakontuna, haðani pengarnir stava, og Tjóðbankan í Kongo.

 

Mai 2017: El Nino flytur Kabila villdjór

El Nino, farmaskipið hjá All Oceans Logistics, sum er skrásett í FAS, flytur villdjór, fílar og giraffar, á djórðagarðin Ferme Espoir, sum Joseph Kabila eigur.

Farmaskpið El Nino, sum er skrásett í føroysku skipaskrásetingini, flutti villdjór úr Namibia á forvitnisligan djóragarð, sum táverandi forsetin í Kongo eigur

11. juli 2017: Lumumba-skjølini verða kunngjørd

Felagskapurin PPLAAF, sum verjir varskógvarar í Afrika, kunnger Lumumba-papers. Tey avdúka Kabila-netverkið, og hvussu tey hava sætað sær og sínum. Tað verður skrivað, at okkurt um 5 mió. dollarar eru fluttir víðari á bankakontuna hjá All Oceans Logistics í Bank Nordik.

 

19. november 2021: Congo Hold-Up avdúkar pengaflytingar

Fjølmiðlar og felagskapir avdúka við skjølunum í Congo Hold-Up bæði mutur og frændaveldi í Kongo. Tað er størsti dátulekin á afrikanska meginlandinum nakrantíð. EGAL hevur ólógliga fingið 43 milliónir dollarar úr kongolesiska Tjóðbankanum, og yvir 30 milliónir aftrat í illgrunasomum flytingum við tilknýti til Tjóðbankan. Av hesum eru 100 mió. kr. fluttar frá Egal í Kongo á bankakontur í Bank Nordik, sum feløgini á Mykinesgøtu 5 eiga. Í alt fara 120 milliónir úr BGFI bankanum í Kongo til konto í BankNordik.


PPLAAF hevur saman við franska tíðindamiðlinum Mediapart skipað fyri kanningararbeiðinum, sum avdúkar, at fyrrverandi forsetin í Kongo, Joseph Kabila, hevur saman við vinum og skyldfólki brúkt fólksins pengar at byggja sær sítt egna handilsveldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977