- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til bráðfeingis bústaðir til húsvillar ukrainar

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur biðið løgtingið um tvær milliónir og 550.000 kr. í eykajáttan til bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar, sum eru í vanda fyri ongan bústað at hava eftir 1. mai, og til Reyða Kross, sum hevur átikið sær at standa fyri samskipanini í bráðfeingis bústøðunum.
Talan er um umleið 50 ukrainar, støk og familjur, og fyri at tryggja, at hesi fólkini ikki enda úti á gøtuni, er neyðugt at seta bráðfeingis skipanir í verk at lofta teimum beinanvegin, stendur í uppskotinum.
Ætlanin er at brúka Barnaheimið at hýsa ukrainunum, tað sum eftir er av hesum árinum
Ber ikki til at hýsa øllum ukrainunum har, verður neyðugt at fáa onnur høli til vega, t.d. á Eirargarði.
Ein millión at gera klárt
Mett verður, at tað fer at kosta umleið eina millión krónur at gera hølini klár at flyta inn í.
Rakstur, leiga og húsavarðartænasta verður mett at kosta 845.000 kr., og umsiting og fyrireiking fara at kosta 375.000 kr.
Leiguinntøkan frá ukrainunum verður mett til 300.000 kr.
Reyði Krossur hevur átikið sær uppgávuna at standa fyri samskipanini í sambandi við at hýsa ukrainunum, og fer m.a. at seta samskipara. Hetta verður mett at kosta tilsamans 350.000 kr.
Av tí at umbønin um eykajáttan hevur skund, er ætlanin at avgreiða málið í dag, upplýsti løgtingsforkvinnan, tá uppskotið var lagt fram.