- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal taka 14 dagar at avgreiða tinglýsing
Málið hjá tinglýsingini er, at málsviðgerðin verður 14 dagar, men viðgerðin verður ávirkað av, hvussu umfatandi og hvussu nógv skjølini eru.
Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni.
Í august tók tað 10 vikur at avgreiða tinglýsingina, men í løtuni er málsviðgerðin hálva sjeyndu viku.
Nógv skjøl í summar
Sera nógv skjøl eru latin til tinglýsingar í summar, og fyri at bøta um støðuna, hevur Umhvørvisstovsstovan, sum umsitur tinglýsingina, gjørt innanhýsis umraðfestingar og útvegað sær tíðaravmarkaða hjálp.
Higartil í ár eru 12.194 skjøl latin til tinglýsingar.
Seinastu 10 árini hava tvey ársverk burturav arbeitt við tinglýsing, men hetta er ov lítið, tí arbeiðsbyrðan er vaksin so nógv, sigur Magnus Rasmussen.
Talgild tinglýsing
Eitt stig í tilgongdini at talgilda tinglýsingina var sett í verk í summar. Fólk, privatar fyritøkur og almennir stovnar hava nú beinleiðis atgongd til tinglýsingarupplýsingar og -skjøl.
Tað hevur havt við sær, at færri umbønir koma, og tí kann starvsfólkaorkan brúkast til aðrar uppgávur, m.a. at tinglýsa fasta ogn.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er ætlanin at játta 1,1 millión kr. til tinglýsingina. Játtanin er til eina forkanning til talgilda innlating, sigur Magnus Rasmussen í svarinum til Beinir Johannesen.