Andstøðan: Landsstýrið hevur mist tamarhaldið á fíggjarstýringini

Andstøðan: Landsstýrið hevur mist tamarhaldið á fíggjarstýringini
Andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum um eykajáttanarlóg fyri oktober, og mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 14:40

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga, at landsstýrið hevur mist tamarhaldið á figgjarstýringini, og tað, sum fer fram í løtuni, er fíggjarligt ábyrgdarloysi.

Andstøðuflokkarnir siga, at hóast valskeiðið bara er hálvrunnið, hevur samgongan økt raksturin hjá landskassanum 878 milliónir kr., og við hesari eykajáttanini hevur samgongan givið landsstýrinum heimild at brúka 200 milliónir kr. meira, enn játtaðar eru á fíggjarlógini.

Tá landskassin ikki megnar at hava stór yvirskot, tá samfelagshjólini mala við fullari ferð, bendir okkurt á, at hóttafall er fyri framman, sigaJavnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í álitinum til uppskotið um eykajáttan.

 

Biðja um góðar 108 mió. kr. 

Uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttan hevði góðar 108 milliónir kr. í halli.

Við broytingunum, sum meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at gera, minkar hallið niður í góðar 100 milliónir kr. 

Atkvøtt verður um eykajáttanarlógina í tinginum týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823