
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisveitingin og makrelur til útróðrarflotan í tinginum í dag

Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið hjá Tjóðveldi um at minka donsku ríkisveitingina til Føroya.
Samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.
Meirilutin sigur í álitinum, at skulu vit framhaldandi kunna bjóða okkara borgarum bestu tænasturnar, er tað ein fortreyt, at inntøkugrundarlagið ikki versnar munandi, sum hetta uppskotið leggur upp til.
Tjóðveldi í nevndini tekur undir við uppskotinum.
Makrelur til útróðrarflotan
Á tingfundinum í dag fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eisini at svara einum skrivligum fyrispurningi frá Edvu Jacobsen í Sambandsflokkinum um makrelkvotu til útróðrarflotan.
Edva Jacobsen spyr, nær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at leggja fram uppskot um broytingar í sjófeingislógini, so útróðrarflotin fær part í útlutanini av makrelkvotum.
Tá spurningurin er svaraður, fer løgtingið at umrøða hann.
Tingfundurin í dag verður klokkan 13.
Tjóðveldi eigur uppskotið um at minka ríkisveitingina, sum kemur til 2. viðgerð í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)