- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin ætlan at lata útróðrarbátum makrelkvotu

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at útluta útróðrarbátum egnar árskvotur av makreli.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Edvu Jacobsen í Sambandsflokkinum.
Sambært makrelkunngerðini hava útróðrarbátar í bólki 4 og 5 í ár møguleika at fiska av eini felagskvotu av makreli, sum er 389 tons.
Jacob Vestergaard sigur, at umhugsað verður at broyta hesa tilluting, men málið er ikki liðugt viðgjørt í Fiskimálaráðnum.
Hevur heimild at býta
Landsstýrismaðurin hevur heimild at býta tøkar fiskimøguleikar, sambært sjófeingislógini.
Jacob Vestergaard sigur, at hann heldur tað tí ikki vera neyðugt at leggja uppskot fyri tingið um at broyta sjófeingislógina at loyva útróðrarbátum upp í part av útluta makrelkvotu.
Løgtingið umrøður í løtuni skrivliga fyrispurningin frá Edvu Jacobsen.