Spreingingin í Liverpool var ein yvirgangsatsókn

Spreingingin í Liverpool var ein yvirgangsatsókn
Spreingingin var beint fyri, at ein gudstænasta at minnast falnar bretskar hermenn skuldi byrja
Talan var ið hvussu er um eina roynd at fremja yvirgang, sigur løgreglan um hendingina í Liverpool í gjár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.11.2021 - 15:12

Tað var ein yvirgangsatsókn, tá ein hýruvognur sprongdist uttan fyri eitt sjúkrahús í Liverpool í gjár.

Ið hvussu var talan um ein roynd at fremja yvirgang.

Tað sigur bretska løgreglan, sum hevur handtikið fýra mans í sambandi við spreingingina. Menninir eru allir í tjúgunum.

Ferðafólkið doyði

Eitt fólk var í hýruvogninum, sum stóð uttan fyri sjúkrahúsið, tá ein spreingiløðing í bilinum brast.

Ferðafólkið doyði, men hýruvognsførarin fekk ikki stórvegis mein, og var skjótt útskrivaður. 

Annan sunnudag á hvørjum ári verður skipað fyri minningarhaldi í Bretlandi fyri hermenn, sum doyðu í seinna heimsbardaga.

Spreingingin uttan fyri sjúkrahúsið í Liverpool var beint fyri, at gudstænastan í dómkirkjuni stutt haðani skuldi byrja.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151