Fáa onga løn, kunnu tey ikki vísa koronupass

Fáa onga løn, kunnu tey ikki vísa koronupass
Koronutiltøkini í Eysturríki og Italia eru herd munandi
Langar bíðirøðir eru uttan fyri koppingarmiðstøðir í Eysturríki í hesum døgum, nú tiltøkini eru so nógv herd.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.11.2021 - 15:59

Í Eysturríki verða fólk, sum ikki eru koppsett, biðin um at vera við hús, og í Italia verða starvsfólk, sum ikki vísa koronupass, send til hús við ongari løn.

Tað skrivar TV2.

Koronusmittan er aftur farin at breiða seg í Evropa.

Serliga Eysturríki er meint rakt í løtuni, og tí eru tiltøkini herd munandi. 

Í Eysturríki sleppa tey, sum ikki eru koppsett, bara út fyri dyr, um tey hava týdningarmikil ørindi, so sum at fara handils ella út at ganga.

Fólk taka undir við krøvunum

Í Italia hava koronakrøvini verið herd síðan oktober. Har skulu fólk vísa koronupass, prógv um andevni ella prógv um nýggja koronukanning, um tey ætla sær til arbeiðis. Annars verða tey send til hús við ongari løn.

Tað hevur ført til mótmælisgongur ymsastaðni í Italia, millum annað í Rom leygardagin.

Sambært Evu Ravnbøl, sum er tíðindafólk hjá TV2 í Italia, dámar fólki væl tiltøkini.

- Meginparturin av fólkinum heldur tað vera rætt at seta krøv, sum skulu haldast. Nógv eru eisini koppsett í Italia. Í løtuni eru 85 prosent av teimum, sum eru 12 ár og eldri, koppsett. og tilsamans eru 75 prosent av øllum italienarum koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151