- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsóhapp á Gomlurætt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150910_foroyar_eitt_el_kervi_116.jpg?itok=L_MQDGuZ)
Seinnapartin í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp á Gomlurætt.
Ein lastbilur skuldi lyfta eina ketu, og av eini ella aðrari orsøk rakti ketan ein arbeiðsmann á staðnum.
Talan var ikki um álvarsligan skaða, men somikið, at maðurin varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið, upplýsir løgreglan.
Hvat hendi, er ikki greitt enn, og tað fer løgreglan at royna at fáa greiðu á um viðkuskiftið, upplýsir vakthavandi.
Koyrdu rúsaðir
Løgreglan sigur eisini, at í nátt vórðu tveir mans tiknir fyri at koyra við kenning í Eysturoynni, og ein maður varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum; tað var eisini uttanfyri Havnina.
Annars var friðarligt í høvuðstaðnum í nátt, og lítið fólk var í býnum, verður upplýst á politistøðini.