Nýggjur Havnarbátur: Stevna ímóti føroyameistaraheitinum

Nýggjur Havnarbátur: Stevna ímóti føroyameistaraheitinum
Fyrsta føroyameistaraheitið síðan 2008 er málið hjá teimum, sum skulu manna nýggja tíggjumannafarið hjá Havnar Róðrarfelag
18.02.2025 - 10:48

Havnarbáturin skal aftur til heiðurs og æru. 

Um mánaðarskiftið verður nýggja tíggjumannafarið hjá Havnar Róðrarfelag flotað, og stendur tað til manningina, skal tað bjóða av um føroyameistaraheitið beinanvegin.

 - Vit hava tikið hetta stigið, tí í fjør róðu vit við Tórsbátinum, og har eydnaðist at vinna allar róðrarnar ímóti hinum áttamannaførunum, sigur bátsformaðurin, Kristian Linklett.

 - Av tí sama ætla vit at kappast ímóti hinum tíggjumannaførunum í ár og royna at geva teimum kapping og møguliga ein nýggjan vinnara.

SÍ EISINI: Smíða nýggjan Havnarbát

Havnarbáturin hevur ikki vunnið FM-heitið síðan 2008, og tí hungra fólk í felagnum og viðhaldsfólk eftir nýggjari stórheitstíð. 

 - Tað hevur nógv at siga fyri Havnar Róðrarfelag, tí tað er hitt mest vinnandi tíggjumannafarið í Føroyum, og teir hava verið ólukksáligani góðir fyrr, og nógv vilja síggja hann frammi í oddanum aftur, sigur Kristian Linklett.

 - Og tað vilja vit geva fólkinum.

SÍ EISINI: Sending, sum Suni Merkistein legði til rættis, um Havnarbátin í sjeytiárunum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017