- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar og hollendingar sleppa ikki til Filipsoyggjar
Føroyingar og hollendingar sleppa ikki til Filipsoyggjar
Føroyar og Holland eru á reyðalista í løtuni

Koronustøðan ger, at Føroyar Holland eru á reyðalista í Filipsoyggjum.
12.11.2021 - 14:07
Talsmaðurin fyri forsetan í Filisoyggjum, Harry Roque, boðaði á tíðindafundi í dag í Malacanang frá, at tvey lond eru sett á reyðalista, tá ið talan er um koronu.
Boðað varð frá, at ferðafólk úr Føroyum og Hollandi sleppa ikki inn í landið, tí londini eru á reyða listanum.
Tað skrivar Global Nation Inquirer.
Fólk, sum hava vitjað í reyðum øki tvær vikur undan komu, sleppa heldur ikki inn í landið.
Bara íbúgvar í Filipsoyggjum sleppa inn í landið, men tey skulu lúka serlig krøv um kanning og sóttarhald, skrivar blaðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV