Radarin fyri Uttanlandsnevndina

Radarin fyri Uttanlandsnevndina
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum kunnaði í gjár landsstýrið um málið
Miðað verður eftir at kunna geva Trine Bramsen, verjumálaráðharra, eitt svar um radaran, tá ið hon kemur til Føroya fyrst í desember.
 
10.11.2021 - 15:35

Í næstu viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, í Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum við spurninginum um lofteftirlitsradaran, sum danir vilja byggja í Føroyum.

Landsstýrismaðurin kunnaði í gjár landsstýrið um málið.

Í næstu viku verður fyrst fundur um málið í Trygdarráðnum, har sum Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen umframt embætisfólk eru, og síðani fer málið í Uttanlandsnevndina.

Miðað verður eftir at kunna geva Trine Bramsen, verjumálaráðharra, eitt svar, tá ið hon kemur til Føroya fyrst í desember.

Trine Bramsen kemur til Føroya 8. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823