- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Foreldur fáa dagpening fyri at ansa børnum í sóttarhaldi

Fólk fáa nú dagpengar, tá tey noyðast at vera heima, tí børnini hava koronu ella eru í sóttarhaldi.
Løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið um tað.
Fyrsta viðgerð var mánadagin, og longu í gjár vóru onnur viðgerð og triðja viðgerð.
Minka fíggjarligu avleiðingarnar
Endamálið er at minka avleiðingarnar av koronu hjá privatu vinnuni og foreldrum, sum hava børn yngri enn 14 ár í sóttarhaldi eftir tilmæli hjá heilsumyndugleikanum, ella børn, sum hava koronu, og tí noyðast at vera heima.
Tey fáa nú dagpengar.
Annað foreldrið fær dagpengarnar. Lógarbroytingin virkar frá 15.september í ár. Dagpengarnir eru í mesta lagi 972 kr. um dagin.
Kostaði 2,2 mió. kr.
Fólk, sum eru heima í tvær vikur, fáa 9.700 kr. í dagpengum, hava tey rætt til 972 kr. um dagin.
Korona kostaði frá 1.januar til 1.september landskassanum 2,2 mió. kr. í dagpengum, upplýsir Almannamálaráðið.