- Tíðindi, mentan og ítróttur
167 bíða eftir bústaði frá Almannaverkinum

Bíðilistin hjá teimum, sum bíða eftir bústaði frá Almannaverkinum, er langur.
167 bíða í løtuni. Og 22, sum longu búgva hjá Almannaverkinum, vilja hava annan bústað haðani.
Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Almannaverkið hevur nógvar bíðilistar.
Fýra fólk bíða eftir venjing. Umsóknirnar eru játtaðar. Venjingarnar byrja so hvørt, terapeutarnir hava tøkar tíðir.
Venjing og virknistilboð
Almannaverkið bíðar eftir fimm fólkum, sum skulu hava endurvenjing, tá tey eru liðug við viðgerð í til dømis sjúkrahúsverkinum.
Seks fólk bíða eftir viðlíkahaldsvenjing. Fýra teirra byrja í næstu viku.
Á bíðilistanum hjá tiltakinum "Megna títt lív," sum er ætlað at lofta ungum við svárum sosialum ella sálarligum trupulleikum og álvarsligum rústrupulleikum, eru 18 fólk
Trivnartænasturnar hjá Almannaverkinum hava eisini bíðilistar.
40 bíða eftir virknistilboði, 46 eftir stuðulstænastu, og 43 bíða eftir umlætting.