Fyrireika móttøkuhús til harðskapsrakt

Fyrireika móttøkuhús til harðskapsrakt
Eingin endaligur leistur er lagdur, men ætlanin er ikki at skipa ein nýggjan stovn, sigur Almannamálaráðið
Húsið til harðskapsrakt er ætlað bæði kvinnum og monnum, men verður ikki nýtt kvinnuhús.
 
09.11.2021 - 09:04

Eitt móttøkuhús til harðskapsrakt verður fyrireikað fyrst í komandi ári, hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Almannamálaráðnum.

Húsið er ætlað bæði kvinnum og monnum.

Tað kemur ikki í staðin fyri Kvinnuhúsið.

Ikki nýggjur stovnur

Eingin endaligur leistur er lagdur, men ætlanin er ikki at skipa ein nýggjan stovn, sigur Almannamálaráðið. 

Hugsanin við móttøkuhúsinum er, at ráðgeving og vegleiðing til tey harðskapsraktu verða savnaðar á einum staði.

Hugsað verður um løgreglu, sosialráðgeving, sálarfrøði og sjálvhjálparbólkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823