- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan

Samgongan missir meirlutan í eini spyr.fo-kanning, sum er gjørd fyri Norðlýsið.
Sambært kanningini fær samgongan 15 tinglimir og andstøðan 18. Tað vil siga, at samgongan missir tveir tinglimir, sum andstøðan fær.
Stóri taparin er Sambandsflokkurin, og stóri sigurharrin er Javnaðarflokkurin.
Sambandsflokkurin hevur eina afturgongd upp á 5,1 prosent, og hevði mist tveir tinglimir, um val var nú.
Javnaðarflokkurin hevur eina framgongd upp á 5,9 prosent, og fær tríggjar tingsessir aftrat, vísir kanningin, sum kann lesast á Norðlýsinum.
Sjálvstýri missir sín sess
Kanningin vísir, at Sjálvstýri missir sín tingsess.
Fólkaflokkurin hevur eina afturgongd upp á 1,2 prosent og Tjóðveldi hevur eina lítla framgongd upp á 0,9 prosent.
Heili 16,4 prosent vita ikki hvønn tey høvdu valt.
Kanningin var gjørd fríggjadagin 5. november.