- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlátið tað sama sum undan koronu

Útlátið av veðurlagsgassum er nú tað sama, sum tað var fyri koronu, og Kina stendur fyri einum triðingini av øllum útlátinum.
Tað stendur í eini nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørd, nú veðurlagsráðstevna er í Glasgow.
Tað er granskingarsamstarvið, Global Carbon Project, sum sigur seg hava varhugan av, at útlátið í ár verður ikki minni enn tað var í 2019, sum var met.
Á veðurlagstoppfundinum eru umboð úr næstan 200 londum, og tey skulu royna at finna eina felags loysn og semju um nógva útlátið, sum hóttir veðurlagið kring heimin.
Í frágreiðingini stendur, at útlátið frá gassi og koli fer at vaksa meir í ár, enn tað minkaði í fjør, tá koronakreppan hevði við sær, at heimsins lond fóru niður í tómgongd, skrivar NTB.
Onkrar semjur eru gjørdar á veðurlagstoppfundinum, sum heldur fram í næstu viku.