
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta fólk latið lív á festivalkonsert við Travis Scott í USA
Átta fólk latið lív á festivalkonsert við Travis Scott í USA
Minst átta fólk hava latið lív til eina konsert við amerikanska rapparanum Travis Scott á tónleikafestivali í Houston í Texas

Átta fólk blivu kroyst til deyðis frammi við pallin undir konsertini við Travis Scott í Houston í gjárkvøldið
Mynd: Amy Harris/AP/Ritzau Scanpix
06.11.2021 - 12:53
Tað var undir eini konsert á tónleikafestivalinum Astroworld fríggjakvøldið lokala tíð í Houston, at vanlukkan hendi.
Nógv fólk blivu kroyst frammi við pallin undir einari konsert við kenda rapparanum, Travis Scott.
Í øllum førum átta fólk lótu lív, meðan 300 fingu viðgerð á staðnum, og 17 máttu á sjúkrahús.
Vanlukkan minnir ikki sørt um tað, ið hendi á Roskilde festivalinum í 2000.
"Áskoðarar byrjaðu at trýsta seg fram til pallin," sigur Samuel Pena, ið er sløkkiliðsleiðari í Houston, sambært NBC News.
Sum skilst, so byrjaðu fólk at missa vitið, og tað skapti meira ruðuleika
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV