- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út við uppskotinum um útlendingar, sum vilja keypa fastogn
Dregur út við uppskotinum um útlendingar, sum vilja keypa fastogn
Rættarnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug við uppskotið hjá løgmanni um útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum, hóast nevndin fekk longda freist at koma við álit

Mynd: Tilvildarlig savnsmynd
05.11.2021 - 16:18
Rættarnevndin bað um og fekk freist til 4.november at koma við áliti. Men einki álit kom á tingfundinum í gjár.
Og tað kemur heldur ikki á næsta tingfundi, sum verður mánadagin.
Orsøkin er stutt og greitt tann, at nevndin er ikki liðug við málið, sigur formaðurin í Rættarnevndini, Christian Andreasen.
Nevndin fer at biðja um eina freist afturat.
Nevndin hevur fund aftur 17.november.
Christian Andreasen sigur, at trupulleikin er ikki politisk, men løgfrøðilig.
Ymisk løgfrøðilig ivamál eru enn, sigur Christian Andreasen.
Hann væntar, at álitið kemur um tvær vikur.
Lógaruppskotið hjá løgmanni hevði fyrstu viðgerð í tinginum 9.september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV