Nógv færri arbeiðsóhapp í fjør

Nógv færri arbeiðsóhapp í fjør
Arbeiðs- og brunaeftirlitið heldur, at korona er stórur partur av frágreiðingini, at færri arbeiðsóhapp vóru
Serliga vóru færri kvinnur í arbeiðsóhappum í fjør, 38 færri enn í 2019.
 
02.11.2021 - 10:31

Í fjør varð boðað frá 173 arbeiðsóhappum í Føroyum.

Hetta er nógv færri enn í 2019, tá 227 óhapp vóru fráboðað.

Serliga vóru færri kvinnur í arbeiðsóhappum í fjør, 38 færri enn í 2019.

Hjá monnum er talið 16 færri í fjør.

Korona orsøkin

Arbeiðs- og brunaeftirlitið heldur, at korona er ivaleyst stórur partur í frágreiðingini um, hví færri arbeiðsóhapp vóru í fjør.

Men færri fólk doyðu í arbeiðstíðini í 2019 enn í 2020. Ein deyðsvanlukka var í 2019 og tríggjar í 2020.

Í 2019 og 2020 vóru tvey mál um arbeiðsóhapp við fyrisitingarligum sektaruppskoti.

Men talið kann gerast størri, tí øll málini frá 2019 og 2020 eru ikki avgreidd enn.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109