- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Heinason verður ferðamannaskip
Magnus Heinason verður ferðamannaskip
Gamla havrannsóknarskipið er selt til eitt felag í Kroatia
02.11.2021 - 11:34
Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er selt einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka Magnus Heinason sum ferðamannaskip, skrivar Vágaportalurin.
Magnus Heinason stóð á sølulistanum í umleið eitt hálvt ár. Hesa tíðina hevur hann fyri tað mesta ligið við bryggju í Vestmanna.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur við Vágaportalin, at fleiri fyrispurningar vóru, eisini úr Føroyum, men tá avtornaði kom bara eitt ítøkiligt boð. Og tað var frá teimum, sum nú hava keypt skipið.
Sama reiðarí, sum nú hevur keypt Magnus Heinason til ferðavinnuendamál, hevur fyrr keypt skip úr Føroyum til sama endamál. Tað var trolarin Research.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV