Danskur grunnur ætlar at stovna viðgerðartilboð í Føroyum

Danskur grunnur ætlar at stovna viðgerðartilboð í Føroyum
Novavi eitur danski grunnurin, sum ætlar at seta á stovn viðgerðartilboð til fólk, sum misnýtir rúsdrekka og rúsevni
Novavi hevur fingið fyrispurningar úr Føroyum og at seta á stovn viðgerðartilboð í Føroyum
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.11.2021 - 07:08

Danski grunnurin Novavi ætlar at stovna ambulant viðgerðartilboð í Føroyum.

Grunnurin hevur sent Fíggjarnevndini hjá løgtinginuma umsókn.

Viðgerðartilboðið er ætlað fólki, sum misnýtir rúsdrekka og ella rúsevni, og ikki nýtist viðgerð alt samdøgrið. 

 

Kann viðgera 250 fólk um árið

Tað er eisini ætlað avvarðandi hjá teimum, sum eru í viðgerð.

Viðgerðarstovan, sum skal hava dagtilboð, skal vera í Havn.

Novavi sigur seg kunna viðgera upp til 250 fólk um árið.

 

Fingið fyrispurning úr Føroyum

Novavi sigur í drúgva brævinum til Fíggjarnevndina, at grunnurin í fjør fekk ein fyrispurning úr Føroyum um at koma higar.

Frá oktober í fjør til mars í ár hevur Novavi tosað við læknar, politikarar, Blá kross, Fólkaheilsuráðið, Almannaverkið, Kriminalforsorgina, politiið og nógv fólk í Føroyum.

Novavi er vinnurekandi grunnur, stovnaður í 1960. Hann sigur seg ikki fara eftir vinningi og hann er óheftur politiskt og átrúnaðarliga.

 

Hevur 25 viðgerðarstovur

160 fólk arbeiða hjá Novavi, sum hevur fleiri enn 25 viðgerðarstovur.

Byrjar viðgerðarstovan 1.august næsta ár, fer hon at kosta slakar tríggjar milliónir krónur í 2022.

Fíggjarætlanin fyri 2023 er 6,9 mió. kr. og fyri 2024 slakar 7,5 mió. kr.

Novavi

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095