Bústaðir: Uppskotið um starvsskipan tikið aftur

Bústaðir: Uppskotið um starvsskipan tikið aftur
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu
 
02.11.2021 - 16:09

Uppskotið um starvsskipan fyri Bústaðir er tikið aftur.

Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í bústaðamálum, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Nógv rok stóðst av málinum um starvsskipan fyri Bústaðir, sum ein meiriluti í stýrinum fyri Bústaðir samtykti eftir uppskoti frá táverandi stýrisformanninum, Regini Hammer.

Uppskotið skuldi sendast Almannamálaráðnum til góðkenningar.

Tikið aftur

Beinta Løwe spurdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um hon hevur góðkent broytingina í starvsskipanini.

Landsstýriskvinnan svarar stutt, at  Bústaðir hava kunnað ráðið um, at uppskotið um starvsskipan er tikið aftur.

Herfyri umskipaði stýrið fyri Bústaðir seg við Onnu Mariu Joensen sum forkvinnu. Regin Hammer, sum var formaður, er nú vanligur stýrislimur. 

Tá hon tók við sum forkvinna, segði Anna Maria Joensen, at nú fer stýrið at líta frameftir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823