- Tíðindi, mentan og ítróttur
31 færri bilar í oktober
31 færri bilar í oktober
Frá 1.januar til 1.november eru tó tíggju fleiri nýggj akfør skrásett enn sama tíðarskeið í fjør
02.11.2021 - 09:08
31 færri bilar vóru skrásettir í oktober í ár enn í oktober í fjør.
Í oktober í ár vóru 219 bilar skrásettir. 15 færri persónbilar eru í ár og 16 færri prutl.
11 fleiri viðfestivognar eru skrásettir í ár.
Frá 1.januar til 1.november eru tó tíggju fleiri nýggj akfør skrásett enn frá 1.januar til 1.november í fjør.
Brúktu, innfluttu akførini vóru fleiri í oktober í ár enn í fjør.
Tey vóru 13 fleiri, men tølini eru smá, 36 í oktober í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV