Vørn skal útbyggjast uppeftir fyri 24 mió. kr.

Vørn skal útbyggjast uppeftir fyri 24 mió. kr.
Vørn hevur fingið loyvi til byggja eina hædd oman á bygningin við Tinghúsvegin í Havn og gera fleiri bilpláss har
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 08:10

Í fjør var ætlanin at seta av 12 mió. kr. til umvælingar næsta ár.

Í dagførdu fíggjarlógini fyri 2021 stendur, at 12 mió. kr. verða settar av til at umvæla bygningin í 2022.

Ein onnur loysn er eitt uppskot, har bygningurin verður dagførdur, og ein hædd verður bygd oman á verandi bygning. 

 

Savna alt virksemið

Endamálið við tí er at savna alt virksemið hjá Vørn.

Kostnaðurin er mettur at vera 24 mió. kr.

Men eingir pengar eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, vísir Fíggjarnevndin hjá løgtinginum á og spyr, um ætlanin er slept. 

Nei, svarar Fiskimálaráðið. Ætlanin skal viðgerast nærri í samband við fíggjarlógaruppskot seinni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823