- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið tapti í gerðarrættinum
Fasti gerðarrættur hevur frídømt Kommunala arbeiðsgevarafelagið í einum trætumáli, sum Pedagogfelagið legði fyri gerðarrættin, skrivar arbeiðsgevarafelagið á heimasíðu sínari.
Pedagogfelagið segði, at bara ein flokking er galdandi fyri námsfrøðingar, sum arbeiða í kommunalu forskúlunum.
Pedagogfelagið segði, at námsfrøðingarnir eiga at fáa løn sum forskúlanámsfrøðingar, eisini námsfrøðingar, sum eru stuðlar hjá børnum við serligum tørvi.
Løntir sum námfrøðingar
Kommunala arbeiðsgevarafelagið segði, at stuðlar hava altíð verið í forskúlunum, og at stuðlar verða løntir sum námsfrøðingar, tí uppgávan hjá stuðlunum er at stuðla børnum við serligum tørvi.
Stuðlar verða settir í starv í forskúlum sum vanligir námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, og verða ikki settir í starv sambært forskúlakunngerðini, eins og forskúlanámsfrøðingurin, helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið uppá.
Ein samdur Gerðarrættur tók undir við hesum sjónarmiði hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.