Nógv størri kvota, tí eingin semja er við bretar og ES

Nógv størri kvota, tí eingin semja er við bretar og ES
Í fjør kundu føroysk skip fiska 35.000 tons av makreli og 37.000 tons av svartkjafti hjá ES
Tróndur í Gøtu til fiskiskap. Føroyska kvotan er so stór, tí føroysk skip sleppa ikki at fiska í bretskum sjógvi ella í ES-sjógvi.
 
01.11.2021 - 09:20

Føroyska makrelkvotan er so stór í ár, tí føroysk skip sleppa ikki at fiska í bretskum sjógvi ella í ES-sjógvi.

Í 2021 er føroyska makrelkvotan helst munandi størri, enn hon hevði verið, um semja var við ES og Bretland um fiskirættindi. 

Størra makrelkvotan vigar væl móti teimum skerdu møguleikunum og búskaparligu avleiðingunum av teimum. 

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Fiskimálaráðnum.

Sáttmálaloysið í ár

Í fjør kundu føroysk skip fiska 35.000 tons av makreli og 37.000 tons av svartkjafti hjá ES. 

Sáttmálaloysið við ES og Bretland hevur bara verið í ár. Tí er ov tíðliga at siga nakað um búskaparligar avleiðingar. 

Men umstøðurnar at gagnnýta føroysku makrelkvotuna í ár eru skerdar, sigur Fiskimálaráðið.

Føroyar og Bretland hava samráðingar um fiskirættindi í Havn 23. og 24.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168