- Tíðindi, mentan og ítróttur
COP26 verður í Glasgow í dag
Í dag verður altjóða veðurlagstoppfundurin COP 26 í skotska býnum Glasgow.
Fundurin er skýrdur at vera síðsti møguleikin hjá mannaættini at handla, um vit skulu steðga eini veðurlagsvanlukku.
- Nú mugu londini vísa í verki at tey kunnu halda lyftini frá 2015 um at minka um útlátið og steðga ovurupphitingini so hon ikki verður hægri enn 1,5 stig sigur COP26 forsetin Alok Shara.
Tað sum skal til er at heimsins leiðarar binda seg til at gera sítt og halda síni lyfti, sigur hann.
Altjóða tilmæli er at útlátið í 2030 er 45 prosent lægri enn í 2010 og at tað er burtur í 2050.
Føroyar hava bundið seg til París sáttmálan frá 2015, men vit hava ongan veðurlagspolitikk í løtuni og útlátið er vaksið 30 síðani 2010.
Bárður á Steig Nielsen løgmaður verður á COP 26 í ár og í gjár sendi løgmansskrivstovan út eitt tíðindaskriv har løgmaður millum annað sigur at hann bjartskygdur:
"Í dag kunnu øll taka undir við, at grøna kósin ikki útilokar búskaparligum framburði. Eg eri vónríkur um, at heimsins leiðarar kunnu røkka ítøkiligum úrslitum, tá ið vit hittast í Glasgow komandi tvær vikurnar sigur Bárður á Steig Nielsen í tíðindaskrivi.
Haraftrat at vit eiga at taka undir bæði av solidariskum og sjálvsøknum orsøkum:
- Vit eru partur av einum størri heimi, har veðurlagsbroytingarnar longu elva til fleiri álvarsamar umhvørviskreppur, men kreppan fer eisini sum frálíður at ávirka meir her hjá okkum, og tí eiga vit eisini at taka hana í álvara.
Hitnar sjógvurin, ávirkar tað okkum. Broytast havstreymar, vistskipanir, fiskastovnar og annað djóralív, ávirkar tað okkum. Tí er átrokandi neyðugt, at okkara partur ikki liggur eftir, tá ið heimsins lond royna at fáa bilbukt við kreppuni.
Vit fara ikki at liggja á latu síðuni lovar løgmaður. Orku- og veðurlagspolitikkurin krevur, at stórar og týðandi politiskar avgerðir verða tiknar komandi árini og landsstýrið er á gáttini at leggja sín orku- og veðurlagspolitikk fram har yvirskipaða málið er at minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2031 í mun til 2010.