- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin gudstænasta sunnudagin
Eingin gudstænasta sunnudagin
Nógva smittan ger, at virksemið í kirkjuni verður lagað eftir umstøðunum í samfelagnum
29.10.2021 - 15:53
Covid-19 ger nú aftur um seg, og leiðslan í fólkakirkjuni mælir tí til, at eingin gudstænasta verður sunnudagin 31. oktober.
Leiðslan hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan, og nú so nógv smitta er, heldur leiðslan í fólkakirkjuni tað vera skilagott, at kirkjan ger alt, hon er ment, til tess at steðga smittuni, skrivar Uni Næs, dómpróstur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Virksemið hjá kirkjuni verður eisini lagað til umstøðurnar í samfelagnum, tá ið ræður um barnadóp, altgongd, brúðarvígslu og jarðarferð.
Hósdagin 4. november verður mett um støðuna av nýggjum.
Sí tilmælið frá dómpróstinum her.
Hoyr meira í útvarpstíðindunum seinni í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV