Klárt hjá Knørri at byggja neyst og felagshús í Álakeri í Havn

Klárt hjá Knørri at byggja neyst og felagshús í Álakeri í Havn
Tórshavnar kommuna og Knørrur hava gjørt avtalu um langtíðar leigusáttmála um eitt grundstykki, sum kommunan eigur í Álakeri
 
26.10.2021 - 07:27

Róðrarfelagið Knørrur skal byggja neyst og felagshús í Álakeri í Havn. 

Tórshavnar kommuna og Knørrur hava gjørt avtalu um langtíðar leigusáttmála um eitt grundstykki, sum kommunan eigur í Álakeri.

Grundstykkið er 750 fermetrar. Tað er við nýggja bátahylin, niðanfyri og vestanfyri neystið hjá Havnar róðrarfelag. 

Leigusáttmálin er á skránni fyri býráðsfundin í Havn hóskvøldið.

Fíggjarnevndin hjá býráðnum hevur góðkent hann. 

Soleiðis ímyndar Tórshavnar kommuna, at nýggi bátahylurin í Álakeri fer at síggja út, tá hann er liðugur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947