
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsálop í Uganda
Yvirgangsálop í Uganda
Talan var um yvirgang, tá ein bumba brast á eini matstovu í høvuðsstaðnum í Uganda, Kampala, í gjárkvøldið

Tað var yvirgangur, tá ein bumba brast í einari matstovu í Kampala
Mynd: Ritzau / Scanpix
24.10.2021 - 12:54
Høvuðsstaðurin í Uganda, Kampala, varð í gjárkvøldið raktur av einum yvirgangsálopið, tá ein bumba brast á eini matstovu.
Tað sigur forsetin, Yoweri Museveni, við tíðindastovuna AFP.
Eitt fólk lat lív og sjey fólk vórðu særd í atsóknini.
Tað eru tvær vikur síðani at yvirgangsfelagsskapurin Islamiskur Statur tók ábyrgdina fyri eini líknandi bumbuatsókn móti eini løgreglustøð í sama býarparti í Kampala, har ein bumba brast í gjárkvøldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV