- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eltingin hjá Posta av Sunleifi Álaberg endað í løgtinginum

Tað hevur vakt miklan ans, at tað er komið fram, at Posta, sum er eitt alment partafelag, í loyndum hevur elt Sunleif Álaberg, postmann, við myndatóli, tí leiðslan í Posta vildi prógva, at Sunleif Álaberg snýtti Posta við at skriva sær ov nógva yvirtíð.
Føroya rættur hevur staðfest, at Sunleif Álaberg ikki snýtti Posta, og tí var hann burturvísur av órøttu av Posta. Sunleif Álaberg fekk 252.000 krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku.
Endað í løgtinginum
Nú er málið eisini endað í løgtinginum, tí Posta er eitt alment partafelag.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, sum varar av Posta, hvat hann heldur um ítøkiliga Postamálið.
Bjarni Hammer spyr:
- Hvat heldur landsstýrismaðurin um ítøkiliga stríðsmálið millum leiðsluna í Posta og starvsfólk, har Posta er dømt í Føroya Rætti fyri, av órøttum, at hava sagt starvsfólk úr starvi, at hava elt og tikið ólógligar myndir av starvsfólkinum?
- Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, um hetta er eitt einstakt fyribrigdi ella um onnur stríðsmál hava verið millum leiðsluna og starvsfólk?
- Góðtekur landsstýrismaðurin framferðarháttin hjá Posta, og heldur landsstýrismaðurin tað vera nøktandi fyri eitt alment partafelag?
- Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, fyri at tílík forfylging av starvsfólkum í almenna partafelagnum ikki endurtekur seg?
Viðferðin, sum Sunleif Álaberg, postmaður, fekk av Posta, hevur fingið nógv umrøðu í Degi og viku.
Dimmalætting hevur eisini skrivað um málið: - Eingin eigur at verða viðfarin á henda hátt
Kann vera revsivert at elta
Tað kann vera revsivert í loyndum at elta starvsfólk, heldur Dátueftirlitið.