
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Colin Powell deyður við korona

Tað var familjan hjá Colin Powel, ið lýsti andlátið á Facebook.
"Colin L. Powell, fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharrin, doyðu í morgun av fylgisjúkum orsaka av Covid-19," skrivaði Powell-familjan.
"Vit hava mist ein sermerktan og kærleiksfullan mann, pápa, abba og stóran amerikumann," legði Powell-familjan afturat.
Kendur hermaður
Powell bleiv kendur sum hermaður, og síðani generalur, í amerikanska herinum, og hann tænti millum annað í Vietnam.
Powell bleiv síðani trygdarráðgevi í stjórnini hjá Ronaldi Reagan, forseta, í áttatiárunum.
Colin Powell er serliga kendur fyri sín leiklut undir Golfkrígnum, sum USA vann saman við sínum sameindu.
Og síðani at hann gjørdist fyrsti litti amerikanski uttanríkisráðharrin, tá hann tók sæti í republikansku stjórnini hjá Georg Bush, forseta, í 2001.