- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri forsetavalevni hjá sosialistunum

Anne Hidalgo, borgarstjóri í París, verður valevni hjá Sosialistaflokkinum á forsetavalinum í Fraklandi í apríl næsta ár.
Tá ið atkvøðurnar vórðu taldar á uppstillingarvalinum hjá flokkinum, hevði Hidalgo fingið 72 prosent av atkvøðunum.
Hitt valevnið var fyrrverandi landbúnaðarráðharrin, Stephane le Foll.
Skal spenna seg út
Hidalgo hevur gjørt vart við seg í umhvørvismálum í franska høvuðsstaðnum, og hjartamál hennara eru umhvørvisligir og sosialir spurningar.
Anne Hidalgo skal tó spenna seg út, um hon skal gerast fyrsta kvinna, sum er forseti í Fraklandi.
Sambært meiningakanningum hevur hon minni undirtøku hjá fronsku veljarunum, enn sitandi forsetin, Emmanuel Macron.