- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland lagt undir at hava stolið koppingarevni

Tá koronufarsóttin fór at herja í fjør, var Russland eitt av teimum fyrstu londunum í øllum heiminum at hava koppingarevni fyri koronu.
Nú verða russar lagdir undir at hava verið so skjótir, tí teir stjólu uppskriftina til AstraZeneca-koppingarevnið, sum er ment á lærda háskúlanum í Oxford.
Og tað er ikki hvør sum helst, sum kemur við hesum skuldsetingum, men bretska fregnartænastan, skrivar Daily Mail.
Upplýsingarnar komu undan kavi, tá trygdarkeldur í fregnartænastuni kunnaðu bretskar ráðharrar um málið.
Agentur hjálpti til
Ein loyniligur agentur hjálpti til at fremja stuldurin, so Putin, forseti, kundi vera við í kappingingi at framleiða heimsins fyrsta koppingarevni fyri koronu.
Bretska fregnartænastan sigur, at russiska Sputnik-koppingarevni byggir á somu grundreglu sum AstraZeneca.
Fregnartænastan sigur seg hava prógv fyri, at ein russisk moldvørpa, sum var í Bretlandi, stjól uppskriftina. Men um loyniligi agenturin smuglaði skjøl ella hettugløs við koppingarevni av landinum, er ikki greitt.
AstraZenece-koppingarevnið er góðkent í Evropa, men fleiri lond eru givin at brúka tað, tí tað verður sett í samband við blóðtøpp.
Danmark var eitt av londunum, sum gavst at brúka AstraZeneca-koppingarevnið.