Katrin fekk ársins sálarheilsuvirðisløn

Katrin fekk ársins sálarheilsuvirðisløn
Filmsleikstjórin Katrin Joensen-Næs fekk handað ársins sálarheilsuvirðisløn fyri 2021 fyri at varpa ljós á sálarheilsu við serligum denti á tey avvarandi
Katrin Joensen-Næs fekk ársins sálarheilsuvirðisløn frá Sinnisbata
Mynd: Sinnisbati  
 
11.10.2021 - 15:01

Sinnisbati handaði fyri fimtu ferð í gjár ársins sálarheilsuvirðisløn í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, sum er 10. oktober.

Endamálið við eini slíkari sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu.

Í ár valdi dómsnevndin, at Katrin Joensen-Næs, filmsleikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina.

 

"Ábyrgd"

Sambært dómsnevndini, so fær Katrin Joensen-Næs heiðurslønina tí hon, við sínum novellufilmi "Ábyrgd", hevur varpað ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu.

"Við filminum hjá sær, er Katrin Joensen-Næs við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært," skrivar dómsnevndin. 

Dómsnevndin heldur, at Katrin Joensen-Næs hevur við filminum “Ábyrgd” latið upp eina dyr, sum í mong ár bara hava staðið á glopp.

"Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning,” skrivar dómsnevndin í sínari niðurstøðu. 

Her ein brellbitin um "Ábyrgd":

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990