Fáa ikki innlit í tilmæli frá Fiskimálaráðnum

Fáa ikki innlit í tilmæli frá Fiskimálaráðnum
Umsitingin lat landsstýrismanninum eitt tilmæli, sum landsstýrismaðurin víkti frá í ávísum føri. Men tað fæst ikki innlit í, hvat tilmæli frá umsitingini var.
 
07.10.2021 - 19:39

Føroya fólk fær í fyrstu syfti ikki at vita, í hvørjum føri landsstýrismaðurin víkti frá tilmælunum frá umsitingini í Fiskimálaráðnum, tá ið hann útlutaði kvotur til tað sum eitur ítøkiligt skipakeyp. Tað vísur svarið, sum Kringvarpið hevur fingið frá Fiskimálaráðnum uppá innlitisumbøn. Sambært Fiskimálaráðnum er talan um eitt innanhýsis arbeiðsskjal. 

Málið snýr seg um kvotur latnar til ítøkiligt skipakeyp - tað eru feløgini Gráastein og Ango, sum hava fingið hesa kvoturnar. 
Fiskimálaráðið hevur sjálvt váttað, at tey gjørdu eitt tilmæli til landsstýrismannin, men í einum føri hevur landsstýrismaðurin vikið frá tilmælinum. Tað merkir sannlíkt, at annað av feløgunum - Ango ella Gráastein - hevur landsstýrismaðurin tikið framum eitt annað felag, sum umsitingin hevur mælt til. 

Landsstýrismaðurin segði sjálvur við Kringvarpið fyri tveimum vikum síðani, at hann hevur lagt dent á fíggjarorku og á førleikar til skiparakstur, tá hann skuldi velja ímillum umsóknirnar. 

Kringvarpið søkti tá um innlit í, hvat umsitingin mælti til, so at tað kundi gerast greitt, hvat felag landsstýrismaðurin valdi framum, og hvør hevði fingið kvotur, um tilmælið frá umsitingini varð fylgt. 

Líka síðani hevur Kringvarpið roynt at fingið samrøðu við Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum. Vit høvdu vilja spurt Rógva Reinert, hvørjar sakligar grundgevingar hann metir liggja aftanfyri fráboðaðu avgerðina. Men Rógvi Reinert hevur enn ikki vilja svara okkara spurningum.

Vit hava eisini tosað við Jakob Vestergaard, landsstýrismann í Fiskivinnumálum í dag. Hann vil heldur ikki siga, hvat felag hann tók framum, samanborið við tilmæli frá umsitingini. Hann vísur eisini á, at hann vil ikki lata upplýsingar út um eitt skjal, sum umsitingin hevur mett, at alment innlit ikki skal latast í. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463