- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvanlukka í Milano kravdi átta mannalív
Flogvanlukka í Milano kravdi átta mannalív
Flogfarið datt niður á ein skrivstovubygning í norðuritalska býnum

Øll, sum vóru í flogfarinum, doyðu, og skrivstovubygningurin fekk eisini stóran skaða.
Mynd: RitzauScanpix
04.10.2021 - 09:10
Eitt privatflogfar við átta fólkum datt niður í Milano í Norðuritalia í gjár. Øll, sum vóru við, lótu lív, skrivar BBC.
Flogfarið, sum var á veg til oynna Sardinia, datt niður á ein skrivstovubygning beint eftir, at tað var farið á flog av flogvøllinum, Linate, í Milano.
68 ára gamli ríkmaðurin, Dan Petrescu, var flogskipari. Petrescu, kona hansara og sonur teirra doyðu í flogvanlukkuni, vita italskir miðlar at siga.
Tá flogfarið datt niður, kom eldur í skrivstovubygningin og í fleiri bilar nærindis.
Nú verður kannað, hví flogflogfarið datt niður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV