- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Korona og fiskifrøði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bredda_redaktionin.jpg?itok=IhNCtLCa)
Korona herjar aftur av álvara.
Skúlaflokkar verða koyrdir í sóttarhald kring landið, og nøkur ellisheim avmarka aftur tey vitjandi.
95 koronutilburðir eru staðfestir seinastu vikuna. Vit spyrja: Skulu vit bakka og seta tiltøk í verk aftur? Ella skulu vit sleppa endanum heilt og lata smittuna ferðast frítt í samfelagnum?
ICES-tilmæli
Langt er millum tilmælini frá fiskifrøðini - savnað saman í ICES - og so einstøku strandalondini, sum hvør í sínum lagi fiska nógv meira av makreli, svartkjafti og norhavsild, enn mælt verður til.
Hvat eru avleiðingar av hesum?
Fiskifrøðingur á Havstovuni greiðir okkum frá ICES tilmælunum, og hvat hesi bera í sær.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.