- Tíðindi, mentan og ítróttur
ICES mælir til at fiska minni av øllum uppsjóvarfiski
Millumtjóða stovnurin fyri havrannsóknar, ICES, mælir til at skerja kvoturnar á øllum uppsjóvarfiski næsta ár.
Mælt verður til, at makrelkvotan minkar sjey prosent, niður í 795.000 tons, svartkjaftakvotan 19 prosent, niður í 753.000 tons, og mælt verður eisini til, at kvotan av norðhavssild minkar átta prosent, niður í sløk 600.000 tons.
Nógvur fiskiskapur og lítil tilgongd
ICES sigur, at gýtingarstovnurin av makreli er oman fyri burðardygga markið, men av tí fiskiskapurin er vaksin nógv í ár, verður mett, at veiðitrýstið við árslok í ár verður oman fyri markvirðið.
Tilgongdin í svartkjaftastovninum hevur verið vánalig síðanni 2017, og tí minkar stovnurin. Veiðitrýstið hevur síðani 2014 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.
Gýtingarstovnurin av norðhavssild er minkaður støðugt frá 2008 til 2020. Men góði árgangurin frá 2016 er vorðin búgvin, og tí kvinkaði gýtingarstovnurin eitt vet uppeftir. Hann liggur nú oman fyri burðardygga markið.
ICES sigur, at tilgongdin síðani 2016 hevur verið vánalig, og veiðitrýstið á svartkjafti hevur síðani 2019 verið oman fyri burðardygga markið.
40 prosent størri veiða
Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini verið 20-25 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina, tí ósemja hevur verið um býtið av stovnunum. Í ár verður makrelfiskiskapurin væntandi 40 prosent størri, enn ICES hevur mælt til, um øll londini fiska alt, sum tey hava boðað frá.