- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Fíggjarlóg og sammóður
Fyrsti Breddin í heyst er á skránni í útvarpinum klokkan 10 fyrrapartin. Breddin er aktualitetssending við bakgrund, perspektivering og kjaki.
Løgtingið fer fyrrapartin at umrøða trý lógaruppskot frá andstøðuni, sum skulu tryggja rættindi hjá samkyndum kvinnum, ið vilja ættleiða børn.
Skotið verður upp at broyta barsilslógina, rættargangslógina og lógina um "børns retsstilling", soleiðis at hugtakið "sammóður" eisini kann brúkast í Føroyum. Á Breddanum hyggja vit at hugtakinum og hvønn týdning tað hevur, umframt at vit meta um politisku avleiðingarnar av andstøðuuppskotinum.
Fíggjarlógin løgd fram
Klokkan 10 fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2022.
Sambært játtanarkørmunum í vár verður undirskotið 63 milliónir krónur næsta ár, tá átøk fyri 30 milliónir krónur eru framd. Men í august segði Búskaparráðið, at við búskaparligu gongdini í samfelagnum eigur fíggjarlógin fyri næsta ár at geva okkurt um 150 milliónir krónur í avlopi.
Breddin fylgir við framløguni av fíggjarlógaruppskotinum í Smæruni í Havn.
Tróndur Olsen og Jón Brian Hvidtfeldt leggja sendingina til rættis.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.