- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um uppskot at manna nýtt ráð
Biðja um uppskot at manna nýtt ráð
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal geva landsstýrinum og vinnuni ráð
30.09.2021 - 09:49
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal nú setast fyri fyrstu ferð.
Og Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir uppskotum um ráðslimir.
Øll kunnu senda ráðnum uppskot í seinasti lagi 1.november. Sjey fólk skulu vera í ráðnum.
Geva landsstýrinum ráð
Ráðið skal geva landsstýrinum og vinnuni ráð um gransking, menning og nýskapan.
Meirilutin í ráðnum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi. Og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.
Sambært kunngerð tilnevnir landsstýrismaðurin í mentamálum forfólk og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll innkomnu uppskotini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV