Tríggjar umsóknir til sjey kommunulæknastørv

Tríggjar umsóknir til sjey kommunulæknastørv
Ein umsókn er til starvið í Norðoya læknadømi og tvær til eitt starv í Suðurstreymoyar læknadømi
Tað gongur illa at manna kommunulæknastørvini. Hesaferð vóru bara tríggjar umsóknir til sjey størv.
 
29.09.2021 - 09:56

Tríggjar umsóknir eru til tey sjey kommunulæknastørvini, sum vóru lýst leys herfyri.

Heilsutrygd søkti eftir fólki til sjey kommunulæknastøv í fimm læknadømum. 

Ein umsókn er til starvið í Norðoya læknadømi og tvær til eitt starv í Suðurstreymoyar læknadømi.

Eingin søkti um tvey størv í Suðuroyar læknadømi, tvey í Skálafjarðar læknadømi og eitt í Vestmanna læknadømi.

Eingin søkti fyrr í ár

Eingin søkti um tey seks kommunulæknastørvini, sum vórðu lýst leys í mai í ár.

34 kommunulæknaviðtalur eru í Føroyum.

Har eingin kommunulækni er í føstum starvi eru avloysarar. 

Heilsutrygd hevur biðið Heilsumálaráðið um tríggjar kommunulæknaviðtalur afturat, einari í Havn, einari í Klaksvík og einari í Fuglafjarðar læknadømi.

Men einki svar er komið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151